Vága kommuna: Vága býráð samtykti á fundi tann 24. oktober 2016 at keypa “Trolhúsið” í Miðvági frá P/F Vest Service.
Síðan tá hevur verið arbeitt við at fáa tey praktisku viðurskiftini í sambandi við søluna uppá pláss. Nú eru hesi viðurskifti so avgreidd og ognarbrævið er undirskrivað.
“Trolhúsið” er 1.000 m2 stórt. Tað stendur á Innaru Bryggju í Miðvági.
Kommunan hevur í nógv ár leigað part av bygninginum til sløkkilið og bátasavn. Eisini húsast ambulansutænastan í bygninginum, eins og nøkur privat leigumál eru.
Í eina tíð hevur verið arbeitt við at fáa betri umstøður til rakstrartoymið hjá kommununi, sum heldur til í gamla SEVhúsinum á Innaru Bryggju.
Hesin bygningur er góðar 200 m2 til støddar og rúm er ikki fyri øllum maskinum, akførum, amboðum og øðrum tilfari. Sumt stendur úti og annað verður goymt í ymsum meiri og minni egnaðum kommunalum bygningum.
Heldur ikki eru starvsfólkaumstøðurnar nóg góðar. Baðirúm er ikki og starvsfólkini hava ikki eitt felags hølið, har øll rúmast.
Ætlanin er nú, at “Trolhúsið” skal nýtast til rakstrartoymið, og at sløkkiliðið fer inn í SEVhúsið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo