Tey, sum skulu vera við til hátíðarhaldið í Hamburg, tá Atlantic Airways yvirtekur nýggja Airbuss flogfarið, eru farin av landinum.
Ætlanin var at flogfarið skuldi koma til Føroya í morgin týsdagin.
Men nú verður sagt, at hetta helst verður í kvøld, eftir at hátíðarhald og ein døgurði fyri innbodnum er liðugur.
Grundin eru tær vánarligu veðurvánirnar. Um so verður, lendir flogfarið helst í Vágum einaferð seint í kvøld.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo