Sum muran - so hýrurin
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Skjótt eru tvey ár liðin, síðan tíðindi bórust um, at Varðin Pelagic hevði søkt Tvøroyrar kommunu um byggiloyvi til mjøl- og lýsiverksmiðju við staðseting í neysta- og búsetingarøkinum undir Heygnum.

Hóast Tvøroyrar býráð hevur samtykt at geva byggiloyvi heili tríggjar ferðir, so fór býráðið í gjár, hin 29. desember 2024, so langt sum at handa byggiloyvi – framvegis uttan at neyðugu loyvini eru givin. Hvat er hetta fyri sjónleikur, ið Tvøroyrar býráð og Varðin Pelagic spæla?

Niðurstøðurnar hjá bæði Umhvørvisstovuni og lokalu friðingarnevndini um at veita tey loyvi, ið hesi vara av, eru kærdar av felagsskapinum Livilig kor hin 23. og 25. desembur 2024.

Kærurnar verða í løtuni viðgjørdar í Umhvørvismálaráðnum og av Yvirfriðingarnevndini og Tvøroyrar býráð kann ikki útskriva nakað yggiloyvi, fyrr enn hesir myndugleikar eru komnir við sínum niðurstøðum.

So hóast Tvøroyrar kommuna, við borgarstjóranum Kristini Michelsen á odda, roynir við sínum propagandasjónleiki at skapa spenning, áðrenn nýggja árið verður skotið ígongd, so kunnu vit bara enn einaferð staðfesta, at talan er um reint spæl fyri gallarínum.

Byggiloyvið kann ikki latast, so leingi Umhvørvismálaráðið ikki hevur góðkent umhvørvisgóðkenningina frá Umhvørvisstovuni og Yvirfriðingarnevndin skal eisini geva játtan. Uttan hesar báðar góðkenningar er bert talan um eina innantóma nýggjársrakett frá býráðnum, sum ikki heimilar nøkrum arbeiði at fara í gongd yvirhøvur.

Vit í Liviligum korum seta okkara álit á, at myndugleikarnir eru sína uppgávu vaksnir og steðga hesi ørvitisverkætlan. Yvirfriðingarnevndin kann ikki væntast at koma við nakrari niðurstøðu fyrr enn tíðliga í vár, so inntil tá fara vit at njóta friðin og ynskja øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjár – uttan ljóð-, ljós-, luft- ella luktampar.

Við umhvørviskvøðu
-Nevndin   
      

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo