Í gjár boðaði altjóða talvsamgongan FIDE frá, at norski stórtelvarin Magnus Carlsen luttekur í HM í snartalvi.
Kappingin byrjar í kvøld og endar í morgin.
Nakrir miðlar skriva at Carlsen hevur kúvent, men FIDE hevur eisini givið seg í buksustríðnum.
Carlsen sleppur nevniliga at telva í kovboybuksum.
Men Carlsen má rokna við nýggjari mótstøðu við talvborðini.
Fyrr í hesum mánaða vann 18 ára gamli indarin Dommaraju Gukesh HM heitið í klassiskum talvi og í fyrradagin vann 18 ára gamli russarin Volodar Murzin HM í kviktalvi.
Tað var hesa kapping sum Carlsen tók seg úr, orsaka av buksunum.
34 ára gamli norðmaðurin kann vænta sær mótstøðu frá fleiri blaðungum talvstjørnum.
Talvfjepparrar eru fegnir um at Carlsen hevur valt at seta seg við talvborðini í New York í kvøld.
Kappingin kann síggjast beinleiðis í NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo