Sum muran - so hýrurin
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í eini góðari og fløvandi nýggjársrøðu, tosaði løgmaður nógv um tiltøk, fyri at fáa fólk heimaftur, fólk sum eru farin av landinum.

Hann heitti á fjølmiðlar um at hjálpa sær.

Ein sera góður boðskapur.

Men hví velur løgmaður og hansara samgonga so at reka íbúgvar av landinum.

Fólk, sum arbeiða í útlandinum, eru av løgmanni og hansara samgongu, møtt við 3 skattaálopum.

Serliga hart rakar tað føroyingar sum sigla við norskum skipum og arbeiða í Norra.

Ein og hvør familja innrættar seg til fíggjarliga rásarúmið, tey hava.

Í Føroyum hava vit fingið stórar lønarhækkingar, serliga tey hægst løntu.

Hetta meðan tey mongu, sum starvast í Norra, hava fingið munandi lønarniðurskurð, tí norska krónan er lækkað so nógv.

Løgmaður og hansara samgonga halda ikki tað er nóg mikið.

Hesi hava nú eisini fingið eina methøga skattahækking omaná. 

Hetta eru fólk, sum hava valt Føroyar.

Mín áheitan á løgmann er: Rek ikki fólk av landinum. Steðga skattaøðini.

Jørgen Niclasen, tingmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo