Er tú ein av teimum sum umhugsar at gevast at roykja frá 1. januar?
So kann tað sambært nýggjari kanning frá bretska University College London merkja, at tá 2025 er av, hevur tú fingið 50 dagar eyka at liva í, skrivar TV 2.
Kanningin sum stendur í The Guardian, vísir, at ein sigarett í miðal kostar 20 minuttir av lívinum hjá einum roykjara – 17 minuttir fyri kvinnur og 22 minuttir fyri menn sambært kanningini, sum er gjørd millum bretskar roykjarar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo