Sum muran - so hýrurin
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Seinasta sunnudag áðrenn advent helt Hanus í Gørðum eina útvarpsguðstænastu. Prædikan var um ”Hini minstu”. Vit hava áður hoyrt hendan forvitnisliga Klaksvíksprestin. Hann var í føstuni her vesturi prædika so sorgblíðliga um eina svenska gentu. Eina gentu sum hevði eitt seinasta ynski. Eitt ynski um at hava eina dessertskeið við sær upp í Paradís.

Men hendan sunnudagin áðrenn føstu var tað meira beiskur kostur sum Hanus hevði í skjáttuni.
Prædikan var um Jesus: ”Sanniliga sigi eg tykkum, at tað sum tit ikki hava gjørt ímóti einum av hesum minstu, hava tit heldur ikki gjørt ímóti mær.” Og Hanus førir fram, ”Her er tað er Jesus, sum hevur gjørt seg til eitt, við tað líðandi menniskja. Hvørja ferð vit ganga framvið einum líðandi menniskja, ganga vit fram við Kristus”.

Klaksvíkspresturin sleppir okkum ikki so. Hann nevnir Móðir Theresu, sum virkaði í slumminum í India.

Úrklødd allari menniskjaligari verdugheit, gekk hon í allari elendigheitini har yviri. Disiplar hennara fingu at vita, at hvørja ferð tey fóru út eftir einum doyggjandi menniskja, sum tey vístu umsorgan og kærleika, so var tað Jesus sjálvur tey tóku upp.

Hvussu hevur so hildnast við okkara umsorgan í farna ári?  Líðingar sum hava skríggja inn í okkara stillu stovu hava verið frá Ukraina og Gaza. Í Ukraina har Rusland og Ukraina, við Nato í rygginum, hava kríggjast um landspartarnar Lukansk og Donetsk eysturi í landinum. Eini 10 mió. flóttar eru rýmd til grannalondini, og eru tikin ímóti við opnum ørmum.

Men Gaza. Gaza, ein landastrípa á stødd við Eysturoynna. Og tó, ongir dalar, ongir firðir. Rættari sum Langeland. Flatt sum ein pannukaka. 2,2 mió fólk stúvaði saman. Tað er til at fáa klaustrofobi. Har hevur verið smátt við opnum ørmum.

Vit kenna søguna um palestinar og buduinar. Tey sum livdu í Palestina fyri 80 árum síðan. Livdu har saman við eini rest av kristnum og jødum. Livivegurin var djórahald og landbúnaður annars, Seyður, geitir og olivinlundir.

Men so í 1948 komu vælvápnaðir jødar. Á náttartíð. Komið tykkum vekk !! Rændu hús, feðna, og víngarðar.

Tey sum ikki sleptu tí tey høvdu í hondini, blivu høgd niður. Til skrekk og varsil. Í summum bygdum bleiv alt fólki høgt niður. Og nú ? Upprunafólkið avsperraði inni á Gaza strípuni.

Uttanríkissjefurin í ES, Josep Borell, kallaði herfyri Gaza fyri verðins stórsta fongsul.

Amnesti International skrivaði í nov. ”Israel begår folkemord i Gaza”. Uppundir jól, tann 6. des. skrivar HWR, Human Rights Watch : ”Israel begår forbrydelser imod menneskeheden i Gaza”.

Pávin í Rom hevur fleiri ferð biðið um vápnahvíld. Og biðið um at fáa granska, hvørt Ísrael hevur framt fólkamorð í Gaza. Og nú í jólavikuni kemur pávin við nýggjum ábreiðslum ímóti jødunum. ”Hettar er ikki kríggj, hettar er óndskapur”. Óndskapur.

Og jødarnir hava duga betur í óndskapi enn bæði Hitler og Stalin. Hitler hevði sínar týningarlegur í 6 ár, frá 1939 til 1945. Stalin helt Gulag fangalegunum 25 ár, frá 1927 inntil 1952 tá hann doyði.

Jødarnir hava nú hildið fangalegur í Gaza útvið 35 ár.

Ein týningarlega? 27 sjúkrahús av teim 36 eru í sorli. Tey sjúku, sosum sukursjúk, krabbasjúk ella bara úthungraði fólk doyggja stillisliga. Har er ongin hjálp. Jødarnir hava blokera øllum farvegum. Og nú kuldin og stormar hava sett inn. Børnini ísakøld, í sandalum í oysandi regni. Sova undir plastikkdúkum. Plastikdúkar, teirra heim í 15 mdr. Tey flyta og flyta. Undan jødiskum bumbum.

Klókari enn Gud
Men tað er tigandi tøgn frá okkara kristnu. Holocausti ímóti palestinarunum rørir ikki okkara kristnu. Skuldi ikki onkur teirra reist seg? Var tad ongin sum orkaði at rætta teimum minstu eina hond? Nei, kvalandi tøgn.

Jesus minnir okkum á 6. boðið ”Tú mást ikki drepa”. Men okkara Ísraelskristnu kappast um at hálovað teim jødisku drápunum.

Tað er nakað sera løgið við teim kristnu. Skjót at rópa upp. At kalla seg kristin og geva øðrum ringa samvitsku. Men tá tað kemur til at umseta Kristi orð til handling, so er tað oftani øvugta av orðunum hjá Jesusi. Hvussu ætla tey at koma inn í Himmalin? Tey sýnast at verða klókari enn Jesus, sum smb. tríeinigheitina er Gud.

Var tað ongin sum orkaði at rætta teim avbyrgdu, hjálparleysu í Gaza eina hond? Nei! Ongin.

Jesus segði ”Fylg mær!” Men hvat er tað at fylgja Jesusi? Jesus sigur: ”Har sum tvey ella trý eru savna saman í mínum navni, eri eg mitt ímillum teirra”. Jesus sigur, at hann er ímillum okkara, her og nú. Okkum nýtist ikki at fara hvørki til Ísrael ella til Mekka fyri at finna Gud. Tí Jesus er hjá okkum, hvørja ferð vit savnast í hansara navni.

Men tá okkara Ísraelskristnu hava slíka trongd til fysisk at fara til Ísrael, var tað so ikki rímiligt at tey støðgaðu á? Spurdu seg sjálvan, um ikki pliktir fylgja við tí, at kallað seg kristnan?

Í heyst var ein rapport í TV2 um, at Ísrael var ein av teim 5 ríkastu londunum í heiminum, tá tað galt um talið av milliarderum. Søtt at fylgja í sporunum á milliarderum. Á teim bonaðu gólvunum, á teim breiðu vegunum. Ísrael hevur 3 ymiskar loftverjur. Iron Dome, so at onki missil frá fíggjindum kann bróta Íron Dóme kuppulin. So trygt og gott.

Ólikt Gaza. Ongin loftverja. Onki nakað. Frítt at sorla fólk og feðna. Eini 46.000 fólk bumbaði til deyðis. Eini 10.000 sum liggja undir húsaleivdunum. Og dupult so nógv sum eru invalideraði av jødiskum bumbun. Og jødarnir sýnast ómettiligir. Barnakroppar rivnir sundur. Armar og bein av teim smáu hanga upp eftir húsamúrunum. Her er nokk at takað av, um tað ræður um at rætta eina hond. Í Gaza er so ríkiligt av smølum, vandamiklum vegum. ”Tann smalið vegurin, og tað tronga portri” um vit skulu brúka orðini hjá okkara frelsara. Hví er tað ongin sum orkar tann smæla vegin?

Víst er tað ikki hugaligt at fara inn í eina palestinska flóttarlegu. 2. jóladag vóru 60 palestinar dripnir. Hvør tímir tað? Skilligt at okkara Ísraelskristnu velja tann breiða vegin. Tey bonaðu gólvini undir Iron Dome kupplinum.

Men Jesus sker okkara pliktir út í papp í líknilsinum um ”miskunsama samverjan”. Líknilsi um okkara pliktir, um vit takað okkum rættin til at kalla okkum kristin. Tá ein jødi gongur framvið einum, sum liggur hálvdeyður á vegnum, vil jødin ikki at bukka seg niður. Lættari at ganga framvið. Líkaso ein prestur. Men tá eitt av samfelagsins útskotum, ein samverji, kom framvið tók hesin, hann upp, og gav honum umsorgan. So sigur Jesus: ”Far tú og ger líkaso!”

Treytin við Paradísportri er, ”Far tú og ger líkaso!”. Harðar treytir. Um tú ikki orkar at handla sum ein næsti, so kannst tú smb. Jesusi ”ikki arva ævigt lív”. Bert har tú fylgir Jesu boðum, er tú kristin.

Men klaksvíkspresturin tosar fyri deyvum oyrum. Okkara Ísraelskristnu sýnast heilt blendaði í Ísrael. Tað er, sum um Ísrael er gudur teirra. Ella rættari, avgudur teirra.

Hvussu skal tað verða? Vit hava ein høvuðsvegleiða, ein bisp. Bispurin skrivar í summar, um ein eingil sum var á vitjan. Sat á songjarstokkinum hjá honum við boðunum, um at stinga svørið í slíran, og um at halda seg kúrran. Um onki at gera. Hettar er so tað øvugta av tí sum Jesus sigur.

Jesus sigur: ”Hyklarar tykkara! Tí tit eta upp húsini hjá onkjum og halda á kvamsvís langar bønir. Tit skulu fáa tess harðari dóm”.

Eini 20 ella 30 palestinskar familjur verða hvønn jagstra úr húsunum av jødiskum búrkroppum, sum verða vard av politi og hervaldi. Tey kallað tað, jødiskar búsetingar.

Jesus vísir fleiri ferðir á Móseslógirnar. Boð 8: ”Tú mást ikki stjala”. Og boð 10: ”Tú mást ikki girnast hús næsta tíns.......... ella nakað, ið næsti tín eigur”.

Palestinskar familjur settar á gøtuna. ”Hvar skulu vit fara, hava mist alt, eiga onki eftir?”

Hettar rørir ikki okkara Ísraelskristnu.  Okkara fundamentalistar eru stálsett í trúnni á Ísrael. Og bispur er líka so stálsettur. ”Komið tykkum bara vekk!”  

Hanus í Gørðum endar sína talu so brádligani. Har var tó ein endi á líknilsinum. Ein dómur yvir tey sum ikki orkaðu at rætta út hondina til ”einum av hesum minsti brøðrum mínum”. Kanska ikki so jólaligur endi. Men átti tað ikki verið tikið við kortini? Um ikki annað, so til minni um tey, sum nú ligga við Gaza áarbreddan. Køld, úthungraði ella deyð. So langt frá jólafriði og góðum tokka, hesa hugnaliga jólatíðina.

Matt. 25. Jesus sigur: ”Tá skal hann siga til tey við sína vinstru lið. Far burtur frá mær tit forbannaðu! Far burtur til tann æviga eldin, sum er beroknaður til djevulin og hansara einglar.”

Gott nýggjár!

Rune Nolsøe

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo