BylgjuCup: Leygardagin og sunnudagin luttóku 93 lið í Bylgjucup í Klaksvík, og spældir vórðu 216 dystir. Kappast varð í øllum aldri - kvinnur og menn.
KÍ-høllin var væl vitjað hesar báðar dagarnar, har fólk styttu sær sum stundir. Hugaligt var at síggja spentar leikarar í øllum aldri geva seg í dysti, eftir at jólini við dunnu, røstum kjøti og rísalamangi eru farin aftur um bak.
- Vit takka øllum luttakandi liðunum, teimum vitjandi, teimum, ið skipaðu fyri kioskini, fyriskiparum, dómarum og stuðlum fyri í ár. Vit ynskja tykkum øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjár.
- Síggjast aftur millum jól og nýggjár, 28. og 29. des. 2025.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo