Avrikið hjá teimum báðum børsskrásettu føroysku fyritøkunum, Føroya Banka og Bakkafrost, var misjavnt í fjør. Tað ber til at staðfesta, nú nýtt ár er byrjað.
Bakkafrost var betra pappírið, tí partaeigarar har fingu nærum 30% í avkasti í fjør, partvíst sum virðisøking og partvíst sum vinningsbýti. Tað var betri enn vinnan, t.e. norsku alifeløgini samanumtikið, sum 'bert' megnaði góð 12% tá vinningsbýti er tikið við. Vanliga verður sagt, at partabrøv er ein langtíðar íløga, og hyggja vit eftir seinastu fimm árunum, so var úrslitið eitt annað, tí tá er avkastið hjá Bakkafrost bara umleið 0,5% ímeðan vinnan sum heild kastaði góð 14% av sær.
Øðrvísi var við Føroya Banka. Har fingu partaeigararnir farna árið einans um hálvtfjórða prosent í avkasti tá vinningsbrýtið er tikið við. Tað var munandi verri enn donsku bankarnir sum heild, sum góvu eigarunum eitt avkast uppá tilsamans góð 27%. Men, aftur her, um hugt verður eftir longra tíðarskeiðinum uppá fimm ár, so yvirhálar Føroya Banki øll, tí tá var avkastið um 233% við vinningsbýti, sum skal samanberast við umleið 143% fyri bankarnar sum heild.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo