Skúlablaðið: Størsta fyrimyndin eru norsku námsætlanirnar, sum eru bygdar upp á sama hátt sum tær nýggju dagførdu føroysku.
- Í Noregi hava tey eisini valt at hava yvirskipaða støðisnámsætlan og síðan samanhangandi námsætlanir fyri hvørja lærugrein sær frá lægsta til hægsta stig. Haraftrat eru teirra námsætlanir málstýrdar eins og okkara eru – kanska uppaftur ítøkiligari enn okkara eru. Vit hava eisini hugt at, hvussu tey gera námsætlan aðrastaðni, men av tí at okkara skúlaskipan minnir mest um skúlaskipanirnar í Danmark og Noregi, er tað mest upplagt at hyggja mest til teirra. Orsøkin til, at vit hyggja meiri til Noregs enn Danmarkar, er tí, at vit eisini høvdu tær norsku sum fyrimynd í 2012, tá ið vit gjørdu námsætlanir á fyrsta sinni. Og tey fóru eisini undir at endurskoða sínar um somu tíð, sum vit fóru í 2020, so tað var upplagt hjá okkum at kanna nærri, hvørjar tillagingar tey gera. Yvirskipað er nógv av tí, tey hava gjørt í Noregi, ógvuliga gott, men tey hava ikki leiðbeiningar til lærarar. Tað hava tey hinvegin í Danmark. Saman við nýggja bygnaðinum er størsta broytingin hjá okkum, at vit gera leiðbeiningar til allar lærugreinirnar. Nýggju námsætlanirnar eru greiðari, og vit vænta, at tað eru lættari at brúka.
Arbeiðið at dagføra námsætlanirnar er komið í eina góða legu, siga tær tríggjar, og nógv stór mál eru longu avgreidd. Støðisnámsætlanin er liðug og var sett í gildi í august í 2023. Somuleiðis eru námsætlanirnar í føroyskum, náttúru og tøkni, donskum og føroyskum sum annaðmál fyri fólkaskúlanæmingar lidnar og settar í gildi í august 2023. Í august í ár kom námsætlanin fyri kravda undirvísingarevnið kvæðamentan, kvøðing og føroyskan dans. Leiðbeiningarnar til allar hesar lærugreinirnar eru eisini lidnar. Væntandi verða námsætlanirnar í støddfrøði, heimstaðarlæru, alis- og evnafrøði og í undirvísingarevninum heilsukunning og seksualupplýsing lidnar til skúlaársbyrjan í 2025. Næmingar, sum nú ganga í hádeildini, gera seg lidnar í skúlanum eftir gomlu námsætlanunum. Teir, sum ganga í grunddeildini og miðdeildini, taka við nýggju námsætlanunum so hvørt tær verða settar í verk.
- Vit leggja okkum eftir at gera eina lærugrein lidna í senn frá lægsta til hægsta stig, og læraraleiðbeiningin er liðug samstundis. Summar stórar lærugreinir eru eftir at fara undir, eitt nú enskt, søga og kristni; væntandi verður arbeiðið við eitt nú enskum ikki liðugt fyrr enn í august 2026. Námsætlanirnar, sum ikki eru próvtøkulærugreinir, eru øðrvísi at arbeiða við enn tær, sum eru próvtøkulærugreinir.
Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 6, 2024.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo