Umboðsmaðurin: Sum liður í virksemi umboðsmansins á barnaøkinum gjørdi Løgtingsins umboðsmaður við árslok 2023 av at fremja eftirlitsvitjanir á stovnum, sum veita umlætting til børn, ið ikki eru undir barnavernd.
Umboðsmaðurin fekk upplýst frá Almannaverkinum, at umlætting, sambært § 41 í lóg um almannatrygd og tænastur (løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur), verður m.a. veitt á ymsum umlættingarstovnum hjá Almannaverkinum. Harafturat er umlættingarheimið Dáin í Klaksvík, sum er ein sjálvsognarstovnur, ið veitir umlætting til børn og vaksin og frítíðartilboð til børn, sambært omanfyri nevndu lóg.
Áðrenn eftirlitsvitjanina hevði umboðsmaðurin havt fundir við umboð fyri Javna og barnaserkønan sálarfrøðing. Endamálið við hesum fundum var, at umboðsmaðurin fekk kunning um viðurskifti, sum vanliga gera seg galdandi hjá teimum børnum, ið hava tørv á umlætting, og um møgulig serlig viðurskifti, sum umboðsmaðurin skuldi hava fokus á.
Umboðsmaðurin gjørdi av í hesum umfari at vitja:
-
umlættingarheimið Dáan í Klaksvík, tann 13. desember 2023
-
dag- og umlættingarstovnin Mýrisóljan í Runavík, tann 23. apríl 2024
-
dag- og umlættingarstovnin Dreymsóljan, tann 28. oktober 2024
Eftirlitsvitjanirnar tóku m.a. útgangsstøði í hesum lógum:
-
Løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur.
-
Løgtingslóg nr. 73 frá 25. mai 2020 um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin.
-
Bekendtgørelse nr. 6 af 16. januar 1992 om FN-konvention af 20. november 1989 om Barnets Rettigheder (Barnarættindasáttmálin)
-
Bekendtgørelse nr. 35 af 15. september 2009 om FN-konvention af 13. december 2006 om rettigheder for personer med handicap (Breksáttmálin)
Á eftirlitsvitjanunum legði umboðsmaðurin harumframt dent á at lýsa gerandisdagin hjá børnunum, ið vóru á stovni. Í hesum sambandi vórðu m.a. hesi viðurskifti umrødd:
-
Samansetingin av borgarum á stovnstilboðnum
-
Virkisætlanir fyri børnini, ið eru í umlætting á stovnunum
-
Skráseting og skjalfesting hjá starvsfólki í sambandi við umlættingina
-
Dátuvernd
-
Tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin
-
Hølisumstøður
Í sambandi við eftirlitsvitjanirnar varð eitt skriv sent til stovnarnar, har umboðsmaðurin kunnaði tey avvarðandi um vitjanina og um møguleikan at fáa eina samrøðu við umboðsmannin. Eisini stóð í skrivinum, at starvsfólk høvdu høvdi at tosa við umboðsmannin, um tørvur var á tí. Ongi starvsfólk høvdu tó tikið av hesum tilboði í sambandi við hesar eftirlitsvitjanir.
Eftirlitsvitjanirnar vórðu skipaðar soleiðis, at umboðsmaðurin hevði fund við leiðsluna og ávís lyklastarvsfólk á stovnunum, umboðsmaðurin varð vístur runt á stovnunum og hevði harumframt fund við avvarðandi. At enda var samrøða við leiðsluna, har tikið varð samanum dagin.
Umboðsmaðurin hevur gjørt frágreiðingar frá hesum trimum eftirlitsvitjanum.
Umlættingarheimið Dáin, dag- og umlættingarstovnurin Mýrisóljan, dag- og umlættingarstovnurin Dreymsóljan, Almannaverkið og Almanna- og mentamálaráðið hava fingið høvi at gera viðmerkingar til frágreiðingarnar.
Nú frágreiðingarnar eru lidnar, eru tær sendar nevndu myndugleikum, Javna, Barna- og útbúgvingarmálaráðnum og Løgtinginum.
Frágreiðingarnar eru grundarlag undir teimum samandráttum, ið kunnu lesast í fylgiskjølunum 1-3, har tikið verður samanum frá vitjanunum, og hvørjar viðmerkingar og tilmæli umboðsmaðurin hevur givið.
Samandráttur av teimum mest týðandi viðmerkingunum og tilmælunum frá umboðsmanninum
Tvingsil og harðskapur
Í sambandi við tí einu eftirlitsvitjanina kom fram, at Tvingsilsnevndin (nú Føroya Kærustovnur) ikki hevði góðkent eitt tilmæli frá Almannaverkinum um nýtslu av hjálparráði til eitt barn á stovninum.
Hóast hetta, so greiddi leiðslan á stovninum frá, at tey vegna vantandi starvsfólkaorku ikki høvdu verið før fyri at laga seg eftir avgerðini og høvdu hildið áfram at nýta inntrivið.
Leiðslan greiddi umboðsmanninum frá, at neyðuga starvsfólkaorkan hevði vantað líka síðan avgerðina hjá Tvingsilsnevndini, og at Almannaverkið og stovnurin bæði vórðu kunnaði um avgerðina hjá Tvingsilsnevndini, tá hon fall.
Umboðsmaðurin helt, tað var givið, at myndugleikar skipaðu síni viðurskifti soleiðis, at teir vóru førir fyri at lýða og laga seg eftir avgerðum hjá Føroya Kærustovni (fyrrv. Tvingsilsnevndini).
Umboðsmaðurin helt tað vera atfinningarsamt, at Almannaverkið, ið hevði verið vitandi um støðuna hjá stovninum viðvíkjandi inntrivinum, ið helt áfram, ikki beinanvegin tók neyðug stig til tess at skipa viðurskiftini øðrvísi, samsvarandi avgerðini hjá Tvingsilsnevndini (nú Føroya Kærustovni). Umboðsmaðurin heitti á Almannaverkið um framyvir at tryggja sær, at avgerðir um inntriv frá Føroya Kærustovni verða lýddar.
Flutningstænasta
Á tí einu eftirlitsvitjanini greiddi eitt foreldur umboðsmanninum frá, at flutningstænasta til teirra barn, ið hevði fjølbrek, vantaði. Støðan hevði elvt til, at foreldrini sjálvi vóru noydd at taka sær av flutninginum millum skúla og stovn hjá barninum. Hetta hevði avleiðingar fyri, hvussu foreldrini vóru før fyri at røkja eitt vanligt arbeiði, tá tey noyddust at seta tíð av til flutning í arbeiðstíð.
Grundað á hesar upplýsingar frá foreldrinum, bað umboðsmaðurin Almanna- og mentamálaráðið og avvarðandi kommunu um at greiða frá, hvørjar heimildir vóru kring flutningstænastu, og hvussu tænastan varð útint í sambandi við, at borgarar nýta tænastur, sambært kap. 5 í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur.
Umboðsmaðurin vísti á eitt tilmæli um flutningstænastu, ið landsstýrið lat úr hondum í 2017, har mælt varð til, at flutningur varð partur av tænastuni í sambandi við, at ein borgari fekk dagtilboð ella líknandi dagliga tænastu uttanfyri heimið.
Sambært frágreiðingini frá Almanna- og mentamálaráðnum, kundi umboðsmaðurin staðfesta, at hóast heimild fyri flutningstænastu var ásett í omanfyrinevndu lóg um almannatrygd og tænastur, so var kunngerð um nærri skipan av flutningstænastu ikki sett í verk vegna vantandi játtan á fíggjarlógini.
Sambært frágreiðingin frá avvarðandi kommunu, kundu umboðsmaðurin staðfesta, at kommunan ikki sá tað sum eina kommunala uppgávu at veita flutningstænastu tvørtur um kommunumørk fyri tænastur, ið vóru skipaðar í omanfyrinevndu lóg um almannatrygd og tænastur.
Umboðsmaðurin vísti í hesum sambandi til grein 20 í Breksáttmálanum, ið sigur, at limalondini skulu taka munadygg stig til at tryggja persónligt flytføri við størst møguligum sjálvbjargni hjá fólki, ið bera brek m.a. við at lætta um flytiførið á tann hátt og til ta tíð, tey ynskja og fyri ein rímiligan kostnað.
Umboðsmaðurin helt, at tað ikki var nøktandi, at ongi stig vóru tikin til at fáa flutningstænastu skipaða, samsvarandi tilmælinum frá 2017, og helt, at tað var ørkymlandi at persónliga flytføri hjá einum barni til eina neyðuga og visiteraða tænastu ikki var tryggjað, við tí úrsliti, at foreldrini at barninum máttu átaka sær eina uppgávu, ið landið, sambært tilmælinum, átti at átikið sær, samsvarandi grein 20 í Breksáttmálanum.
Umboðsmaðurin heitti á Almanna- og mentamálaráðið um skjótast gjørligt at taka støðu til, um flutningstænasta, sambært § 43, stk.1 í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur, skuldi setast í verk. Umboðsmaðurin gav í hesum høpi gætur, at sjey ár nú vóru liðin síðan tilmælið varð latið landsstýrismanninum í 2017, og at lógin um almannatrygd og tænastur nú hevði fýra ár á baki.
Verja av privatlívi
Á einari eftirlitsvitjan spurdi umboðsmaðurin leiðsluna, hvussu stovnurin tryggjaði sær, at óviðkomandi ikki fóru inn til barnið, meðan barnið var einsamalt í kamarinum um dagin og um náttina, tá tað svav.
Til hetta svaraði leiðslan, at stovnurin hevði sovandi náttarvakt, og at náttarvaktin svav tætt við kamarið hjá barninum við opnari hurð. Leiðslan metti, at um onkur ætlaði sær inn í kamarið hjá barninum, so vaknaði náttarvaktin. Leiðslan legði afturat, at starvsfólkini kendu brúkarabólkin, ið var til døgnumlætting samstundis sum barnið, og mettu tey, at ongin vandi var á ferð, hvørki um dagin ella náttina, í mun til tað, ið umboðsmaðurin spurdi um.
Umboðsmaðurin heitti á stovnin um at tryggja sær, at tann fyriskipan, ið var kring barnið, til allar tíðir var trygg fyri barnið, bæði tá barnið búleikaðist í felagshølunum og var einsamalt í sínum kamari. Umboðsmaðurin hevði við hesum viðmerkingum í huga, at stovnurin bæði hýsti børnum og vaksnum.
Skúlagongd
Í sambandi við eina eftirlitsvitjan greiddi leiðslan frá, at tvey av børnunum vóru í skúlaaldri, men at skúlatilboðið til teirra ikki var klárt enn.
Sambært kunngerðini á økinum verða serflokkur skipaðir sum serligt skipað undirvísingartilboð undir skúlaleiðsluni í tí skúla, har serflokkurin er staðsettur og við sernámsfrøðiligari ráðgeving frá Sernámi. Í hesum føri var talan um sernámsfrøðiliga tilboðið “Pallin”, ið Sørvágs skúli varðaði av.
Umboðsmaðurin bað eftirfylgjandi Undirvísingarstýrið um at greiða frá støðuni og orsøkini til, at skúlatilboðið ikki var klárt til skúlaárið 2024/25.
Undirvísingarstýrið ásannaði í svarið sínum, at skúlatilboðið ikki var klárt til skúlaárið 2024/25, men vísti á, at sjálv skúlagongdin var undir uppbygging og varð ment so hvørt, inntil skúlatilboðið eftir ætlan væntandi varð heilt klárt til skúlaárið 2025/26.
Undirvísingarstýrið ásannaði eisini, at tilgongdin átti at gingið skjótari, og at ov long tíð var fráliðin við ov fáum avgerðum. Í hesum høpi metti Undirvísingarstýrið, at tað í málum um skúlagongd hjá børnum, ið bera brek, kundi tænt eini skjótari og tryggari tilgongd, um Undirvísingarstýrið var virkið í visiteringini og hevði eitt slag av savnandi fyrisitingarligari uppgávu millum fleiri partar, har felags loysnir vóru neyðugar.
Undirvísingarstýrið upplýsti, at sambært kunngerðini á økinum, hevði stýrið ikki møguleika at vera virkið í visiteringini, og at hetta tí fór at krevja broytingar í kunngerðini.
Í sambandi við skúlagongd hjá børnum, ið bera brek, vísti umboðsmaðurin á art. 23 og 28 í Barnarættindasáttmálanum og art. 24 í Breksáttmálanum. Felags fyri hesar sáttmálaásetingar er, at tær skipa rættindi hjá børnum at fáa eina munagóða frálæru, uttan mun til teirra brek, og verða stuðlaði soleiðis, at tey kunnu ganga í skúla saman við børnum, ið ikki bera brek.
Umboðsmaðurin helt, tað ikki vera nøktandi, at avvarðandi myndugleikar ikki høvdu borið seg skjótari at í tilgongdini at gera eitt nøktandi skúlatilboð til børnini, soleiðis at hesi kundu byrja sína skúlagongd um somu tíð sum onnur javnaldrandi børn.
Umboðsmaðurin tók undir við Undirvísingarstýrinum at fáa viðurskiftini skipaði øðrvísi og heitti á Barna- og útbúgvingarmálaráðið um skjótast gjørligt at taka neyðug stig til at tryggja, at børn, ið bera brek, altíð kunnu byrja sína skúlagongd samstundis sum børn um sama aldur byrja teirra skúlagongd. Umboðsmaðurin helt, at tað var av alstórum týdningi, at skúlagongd hjá børnum, ið bera brek, samsvaraði við omanfyrinevndu sáttmálaásetingar í Barnarættindasáttmálanum og Breksáttmálanum.
Hølisumstøður
Á tí einu eftirlitsvitjanini hevði umboðsmaðurin nakrar viðmerkingar og tilmæli knýtt at hølisumstøðunum. Sum heild helt umboðsmaðurin, at umstøðurnar vóru góðar. Hølini vóru hugnalig, rúmlig og sýntust væl viðlíkahildin.
Umboðsmaður helt, at felagshølini høvdu eitt munandi afturljóð, ið nervaði uppihaldið í rúminum óneyðugt. Nógv av børnunum høvdu tørv á maskinum, ið góvu ljóð frá sær, sum síðani eisini elvdi til afturljóð. Umboðsmaðurin helt eisini, at vanligar samrøður góvu eitt afturljóð.
Umboðsmaðurin viðmerkti, at kømrini kundu havt ein meiri barnsligan dám við lutum, ið vanliga verða settir í samband við eitt barnakamar, eitt nú litt ljós, myndir ella bøkur. Í hesum høpi umrøddi leiðslan og umboðsmaðurin avbjóðingina at skipa stovnin soleiðis, at hann bæði kundi rúma málbólkinum autismu og fjølbreki, ið hava sera ymiskar tørvir og avmarkingar.
Leiðslan vísti eisini á, at baðirúmið yvir av uppihaldsrúminum í dagtilboðnum hevði eitt skiftiborð, ið var sett fast móti vegginum, meðan vaski var burturfrá á einum øðrum veggi. Leiðslan vísti á, at antin skuldi vaskið verið flutt tættari at skiftiborðinum, ella skuldi talan verið um eitt flytandi skiftiborð.
Umboðsmaðurin mælti til, at stovnurin tók stig til at gera kømrini meira barnavinarlig ella heimlig fyri barnið, við lutum, ið vanliga verða settir í samband við eitt barnakamar, eitt nú ljós, myndir ella bøkur. Umboðsmaðurin fekk ta fatan, eftir samrøður við avvarðandi, at børnini høvdu ljós og leikur á kamarinum heima.
Umboðsmaðurin mælti eisini til, at Almannaverkið í samráð við stovnin fór at gera arbeiðsumstøðurnar í baðirúminum meiri arbeiðsligar, soleiðis at vask og skiftiborð vóru tættari hvør at øðrum.
Umboðsmaðurin mælti harafturat til, at Almannaverkið, í samráð við stovnin, skjótast gjørligt fór at kanna, um okkurt kundi gerast við afturljóðið í felagsrúminum, ið nervaði uppihaldið óneyðugt.
Fylgiskjøl niðanfyri:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo