Oljufelagið Atlantic Petroleum heldur fram at samráðast við kreditorarnar um eina loysn á stóru skuldini hjá felagum. Ein loysn skal finnast í fyrsta ársfjórðingi 2025, annars noyðist felagið at gevast. Tað boðar felagið frá í eini børsfráboðan.
Atlantic Petroleum hevur annars áður sett freistina at finna eina loysn til árslok í ár, men sigur nú, at samráðingar eru við London Oil & Gas um at minka skuldina munandi, og nevndin hevur gjørt av at halda fram við samráðingunum eina tíð afturat, ímeðan roknskapurin fyri 2024 verður gjørdur liðugur. Verður ongin loysn funnin, so noyðist felagið at gevast.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo