Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 063/2024 frá Bárði á Lakjuni, løgtingsmanni, um Føroyska Altjóða Skipaskrá (FAS) og upptøkukrøv sammett við Dansk Internationalt Skibsregister (DIS)
Fyrispurningarnir vóru soljóðandi
1. Hví er eitt aldursmark á 20 ár sett í lógina um Føroyska Altjóða Skipaskrá?
2. DIS sær út til at vera hægst í metum, tá um altjóða skipaskráir ræður. Hvør er so grundin til, at tað eru dømi um, at tað ikki ber til at fáa skip úr DIS og í FAS?
3. Átti tað at verið ein betri ventilur í lóggávuni, ið veruliga letur eina hurð standa á gloppi inn í FAS fyri tílíkum skipum, ið fella fyri ásetingini um aldursmark í FAS, men tó eru nóg góð til at vera skrásett í m.a. DIS?
4. Átti reglan viðvíkjandi aldursmarki at verið meiri treytað av tí standi, hvørt einstakt skip er í, heldur enn einum aldursmarki?
5. Hvørja ávirkan hevði ein tílík áseting um aldursmark, sum ikki er so fýrkantað, havt á FAS?
Svarað verður undir einum
Í 2010 varð arbeitt við at fáa føroyska flaggið av gráa lista og upp á hvíta lista hjá Paris MoU.
Í hesum sambandi vórðu ymiskar broytingar gjørdar í FAS-lógini, ið skuldu bøta um FASflotan. Undan broytingini vórðu øll skip, sum søktu um upptøku í FAS, skrásett, tí heimild var ikki til at nokta fyri skráseting.
Við kravinum í § 4a, stk. 1 um aldursmark fekk Sjóvinnustýrið greiða heimild at nokta skipum at verða skrásett í FAS. Tó hevur Sjóvinnustýrið eina heimild til at loyva eldri skipum upptøku í FAS, um serlig atlit tala fyri tí, sbr. í § 4a, stk. 2, í FAS-lógini, ella at nokta yngri skipum upptøku í FAS sbr. § 4 a stk. 3, um tey ikki lúka krøvini í ásetingini.
Listaskipanin hjá Paris MoU byggir m.a. á, hvussu skipini hjá flaggstatinum standa seg til eftirlitsvitjanir (Port State Control) í fremmandum havnum. Eftirlit verður havt við, at skip, sum koma í havnir í Evropa, lúka altjóða krøv. Standa skipini ikki eitt tílíkt eftirlit, verða tey afturhildin. Nýggj skip eru lutfalsliga í betri tekniskum standi enn eldri skip, og tí verða tey sbrt. hagtølunum ikki eins ofta fyri eftirlitsvitjan sum eldri skip, og tey verða heldur ikki eins ofta afturhildin.
Tað er ein sannroynd, at eldri skipini standa fyri meginpartinum av afturhaldingunum kring heimin. Týdningurin av einum afturhaldi er lutfalsligur í mun til samlaða talið av skipum í skránni. FAS hevur fá skip, og tí telur hvørt afturhald samsvarandi nógv í uppgerðunum hjá Paris MoU. Heimildin í § 4a, stk. 2, verður tí umsitin við varsemi, tí FAS er ein lítil skipaskrá, sum ikki tolir nógvar afturhaldingar, áðrenn vandi er fyri at FAS missir plássið á hvítalista í Paris MoU.
DIS hevur 700 skip skrásett, meðan FAS í løtuni hevur 77. Tískil tolir DIS nógv fleiri afturhald, áðrenn tað ávirkar teirra flagg.
Sum heild hava ásetingarnar í § 4a virkað fyri, at FAS er styrkt munandi. Ein liberalisering av aldurskravinum ella ein meira opin umsiting av undantaksheimildini í § 4 a, stk. 2, økir sannlíkt váðan fyri fleiri afturhaldingum. Hevur FAS fleiri enn trý afturhald um árið, kann flaggið bara av hesi orsøk fella niður á gráa lista hjá Paris MoU.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, tann 20. desember 2024
Høgni Hoydal
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo