Í 1972 í Coventry hvarv tann tá 16 ára gamla Sheila Fox, men nú er hon funnin á lívi og væl fyri 52 ár seinni, skrivar BBC.
Í desembur bað løgreglan í West Midlands enn einaferð almenningin um hjálp til at finna Sheilu Fox, og hesaferð kom svar innan fáar tímar.
Sheila Fox varð funnin í einum øðrum parti av landinum, men løgreglan skrivar ikki, hví hon hvarv ella hvar hon hevur verið í yvir 50 ár, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo