Sum muran - so hýrurin
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Leona Djurhuus og hinar á U17-landsliðnum venja nógv í hesum døgum, nú fleiri spennandi avbjóðingar standa fyri framman í næstum - Mynd: www.FSF.fo

FSF Varpið: Tveir venjingardystir í Íslandi, sum verða um mánaðarskifti januar-februar, EM-undankapping í Litava í mars, og síðani EM-endaspæl í Føroyum, sum verður frá 4. til 17. mai.

Jú, tær á U17-landsliðnum við gentum sleppa av álvara at royna seg komandi mánaðarnar.

Ein av teimum, ið er partur av landsliðshópinum hjá Eyðvør Jakobsen, er 16 ára gamla Leona Djurhuus úr Vági. Fyri hana er tað ein stórur heiður at sleppa at umboða Føroyar, og ikki minst Suðuroynna.

Um vikuskiftið vandu genturnar á Tórsvølli, og áðrenn venjingina fekk FSF Varpið orðið á Leonu Djurhuus, ið millum annað sigur, at hon nærum misti svøvnin, tá tað gekk upp fyri henni, at hon í næstum skal vera við í einum EM-endaspæli.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo