Varaborgarstjórin í Sunda kommunu, Hanna Paula Við Streym, vil hava nývalda borgarstjóran, Eyðstein Zachariasen, at leggja frá sær. Orsøkin er, at hann hevur sent ónæriligar myndir til fleiri kvinnur, eins og Frihedsbrevet hevur skrivað um.
Sjálvur hevur Eyðstein Zachariasen sagt, at hetta er ein farin tíð, men Hanna Paula Við Streym er ikki sannførd. Á facebook skrivar hon millum annað soleiðis:
- Síðani seinnu greinina í Frihedsbrevet, hava fleiri kvinnur vent sær til mín og sagt teirra søgu - og eg má siga, at eg eri skelkað. Hetta var nýggj vitan fyri meg. Bæði um myndirnar sendar uttan samtykki - og um tíðarskeiðið, ið hann hevur sent myndirnar.
- Eg fari eisini púra opið at heita á øll, sum óbiðið fáa slíkar myndir sendandi, um at venda sær á rætta stað og melda tað til løgregluna.
Blúnaðarskemd er eitt lógarbrot - og okkara rættarsamfelag byggir á, at tey, sum meta seg vera fyri lógarbroti, melda, so at tey, sum forbróta seg, kunnu fáa eina hóskandi revsing.
Eg taki greiða frástøðu frá tí, kvinnur hava sagt mær, eftir at hetta er komið fram. Eg eri ikki í iva um, at tað passar. Trupulleikin er, at so leingi, sum eingin meldar og maðurin ikki er dømdur, er tað ógvuliga trupult hjá mær at gera nakað. Serliga tá ið vit samstarva í einari fólkarættarligari og demokratiskari skipan, ið júst hevur rættartrygd sum grundarlag.
Samstundis, sum eg taki frástøðu frá sendu myndunum, taki eg eisini frástøðu frá einum samfelagi, har vit lata fólkadómsstólin døma - heldur enn ákæruvald og rættarskipan.
Verður tað hinvegi prógvað og dømt, at hann hevur framt lógarbrot, er tað ein orsøk til, at hann má leggja frá sær. Og so hava vit eina heilt aðra støðu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo