42 ára gamli Shamsud-Din Jabbar er mistonktur fyri New Orleans-álopið, tá ið hann í bili sínum koyrdi inn í mannamúgvu og drap 15 fólk.
Hann búði í Texas, sambært FBI, og veteranur frá amerikanska herinum, har hann var í tænastu í 13 ár. Hann hevur eisini verið í Afganistan, skrivar Reuters. Sambært CNN hevur hann millum annað starvast sum KT-serfrøðingur í herinum.
Ráðgevafelagið Deloitte váttar fyri ABC News at hann hevur starvast hjá teimum síðani 2021, skrivar VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo