Fyrrverandi fyrsti ráðharrin í Skotlandi, Alex Salmond, er deyður, 69 ára gamal. Tað skriva fleiri bretskir miðlar.
Alex Salmond var í Norðurmakedónia á vitjan, og hann small saman deyður, beint eftir at hann hevði hildið eina røðu.
Hann var formaður í skotska tjóðskaparflokkinum, Scottish National Party í fleiri ár, eitt nú tá flokkurin í 2007 gjørdist partur av stjórnini í skotska tjóðartinginum, Holyrood.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo