Landsbankin: Nakað av almennum kjaki hevur verið um munin millum metta úrslitið fyri 2025 í heystfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum og úrslitið í fíggjarlógini fyri 2025, sum bleiv kunngjørt í hesi vikuni. Búskaparráðið hevur eftirhugt metingina og talgrundarlagið, sum lá til grund fyri metingini.
Munurin er, at Búskaparráðið ikki hevur tikið ætlaðu broytingina um at hækka mørkini í Búskapargrunnin við 200 mió. kr. við í metingini. Harafturat hevur ráðið tikið við støðlaðar íløgur fyri 50 mió. kr.
Búskaparráðið hevur í síni meting tikið útgangsstøðið í fíggjarkørmunum frá í vár, tað vil siga, at tað er ikki fíggjarlógin fyri 2025, sum lá til grund fyri metingini. Úrslitið í fíggjarkørmunum var eitt yvirskot á 9,2 mió. kr.
Tíverri er ein feilur íkomin orsakað av vantandi gjøgnumskygni í reglunum fyri uppseting av fíggjarlóg. Tær 200 milliónir krónurnar eru trektar frá tvær ferðir í metingini av úrslitinum í heystfrágreiðingini. Hesin feilur er nú rættaður í frágreiðingini. Metta úrslitið er tó framvegis eitt hall. Búskaparráðið harmast mistakið og hevur tikið stig til at styrkja tilgongdina í sambandi við at fáa til vega talgrundarlagið fyri metingina av úrslitinum í landsins fíggjarlóg.
Boðskapurin er tó enn hin sami. Fíggjarlógin fyri 2025 vísir eitt hall á 83 milliónir krónur, sum vegna støðlaðar íløgur sannlíkt verður væl hægri. Hetta er framvegis ikki nøktandi, tí búskapurin hevur ikki tørv á fíggjarpolitiskari stimbran.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo