Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað gekk annars so væl, men tíðindi sum nú frættast av hermótin eru, at Ukraina er undir alt størri trýsti frá russiskum herdeildum, sum hesar seinastu dagarnar hava framt ógvuslig álop fyri at trýsta ukrainsku deildirnar aftur. Kemur ikki vend í skjótt, hava russar kringsett ein part av deildunum hjá Ukraina, sum eru farnar inn í russiska landslutin Kursk.

Tað er ukrainski felagsskapurin DeepState sum ber tíðindini, sum eisini verða umrødd í vesturlendskum og ukrainskum miðlum.

Ukraina hevur framvegis fastatøkur á eystara partinum av hersetta Kursk økinum, har eitt nú býurin Sudzha er. Men spurningurin er, hvussu leingi.

Sambært Kyiv Independent, sum endurgevur ein týðandi embætismann, so hevur Ukraina steðgað russisku deildunum, fyribils í hvussu so er.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo