- Tað sum Ísrael ger í Gaza er tilvildarligt og ósamsvarandi, soleiðis sigur norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, sum hartar ísraelsku framferðina í Gaza og kallar hana harðrenda í eini almennari viðmerking, sum norska stjórnin hevur kunngjørt í dag.
- Fólk fáa ikki tikið ímóti humaniterari hjálp, og tað er ímóti krígsreglunum, sigur norski uttanríkisráðharrin eisini.
Noreg boðaði fyrr í dag frá, at landið fer at taka fleiri sendifólk heim úr norsku sendistovuni í libanska høvuðsstaðnum, Beirut.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo