Klaksvíkar kommuna hevur goldið minni enn eina millión krónur í loysigjaldi til teldusníkarnar, sum lupu á telduskipanina hjá kommununi fyri hálvari aðru viku síðani, skrivar KVF.
Tað upplýsti Karl Johansen, borgarstjóri, á tíðindafundi fyrrapartin.
Klaksvíkar kommuna hevur eisini havt útlendskar serfrøðingar at hjálpa sær at byggja upp eina nýggja KT-skipan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo