Tórshavnar kommuna: Í longri tíð hava tað verið avbjóðingar við parkeringsviðurskiftunum við AB-vøllin. Til dystir og onnur tiltøk hava nógv stilla sínar bilar á gongu- ella vegbreytina, við tí avleiðing at ivi hevur verið um ferðslutrygdina og møguleikan hjá neyðsendaraakførum at sleppa framvið.
Tí eru tikin stig til at skipa viðurskiftini betur, soleiðis at um ein hevur ørindi í Reynsgøtu við AB-vøllin í framtíðini, skal parkerast sum á myndini:
-
eystan fyri AB- vøllin
-
norðan fyri AB- vøllin
-
í parkeringsbásum í Reynsgøtu í norðaru síðu við bústaðirnar 25, 27, 31 og 33
-
í norðaru vegbreyt í Reynsgøtu frá bústaði 19 til 29.
Í dag verða skelti sett upp, sum vísa, hvar parkerings- og steðgiforboð eru og framyvir fara parkeringsansarar at fylgja neyvari við í Reynsgøtu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo