Hagstovan: 1. septembur búðu 54.679 fólk í Føroyum. Tað eru 303 fleiri enn 1. september í fjør.
Vøksturin er 0,6%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 0,9%.
Flestu flytingar millum Føroyar og útlond eru í juni, juli og august. Fleiri flyta til Føroyar um summarið umframt at fleiri flyta av landinum, millum annað í lestrarørindum. Hetta sæst aftur í fólkatalinum soleiðis, at tað fyrst veksur meiri enn vanligt fram móti august og síðani minkar aftur. Soleiðis er eisini í ár, og tað sæst aftur í grafinum niðanfyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo