Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Almennu útreiðslurnar vóru knappar 13,2 milliardir krónur í 2023.

Hetta er ein øking á 1,2 milliardir ella 9,2 prosent í mun til 2022.

Serliga eru tað stórar íløgur í ítróttaranlegg og vegir og tunlar hjá bæði landi og hjá kommunum, sum eru orsøk til stóra útreiðsluvøksturin.

Samlaðu útreiðslurnar hjá almenna gerianum vóru 13,18 milliardir krónur í 2023, ímeðan samlaðu inntøkurnar vóru 13,14 milliardir krónur. Almenni geirin hevði sostatt eitt undirskot á góðar 40 milliónir í árinum. Almenni geirin fevnir í hesi uppgerð um land, kommunur, ríkisstovnar og sosialar trygdargrunnar, so sum ALS og Samhaldsfasta.

Stórar íløgur í ítróttaranlegg og vegakervi
Størsti útreiðsluvøksturin lutfalsliga, var í kommunala geiranum, har útreiðslurnar hækkaðu 11,9 prosent. Íløgurnar hjá kommununum hava ongantíð verið hægri, og komu tær á fyrsta sinni upp um eina milliard í 2023. Samlað gjørdi almenni geirin íløgur fyri 2,2 milliardir, sum er góðar 500 milliónir meir enn í 2022.

Útreiðslutyngstu íløgurnar hjá landinum vóru Sandoyartunnilin og tunlar til Fámjins, Dals og norður um fjall. Í kommunala geiranum vóru nakrar av størstu íløgunum innkomuvegir hvørju megin Eysturoyartunnilin, svimjihallir í ávikavist Runavík og Havn og stórhøllin við Tjarnir.

Býtið millum almennu útreiðslurnar
Almennu útreiðslurnar verða býttar á tíggju yvirskipaði virkisøki. Flestu útreiðslurnar eru til 'almannavernd' sum millum annað fevnir um útreiðslur í samband við aldurdóm, familju og børn, sjúku og avlamni og arbeiðsloysi.

Útreiðslurnar til 'almannavernd' vóru góðar 4,6 milliardir krónur í 2023 og telja sostatt ein góðan triðing av samlaðu útreiðslunum. Næstflestar eru útreiðslurnar innan virkisøkið 'búskaparviðurskifti' har íløgur í vegakervið fylla nógv í føroysku tølunum.

Grannalondini raðfesta ikki vegakervi í sama mun
Samanbera vit býtið av almennu útreiðslunum á virkisøki, við býtið í grannalondunum, sæst at væl størri partur av almennu útreiðslunum í Føroyum fara til virkisøkið ’búskaparviðurskifti’ enn í hinum londunum. Serliga eru tað stórar íløgur í vegir og tunlar, sum havi hildið bólkinum uppi seinastu nógvu árini.

Harafturímóti fer lutfalsliga minni til ’Heilsu’ og til ’Almennar samfelagstænastur’, sum í stóran mun telur almennu fyrisitingina. Stóru íløgurnar í ítróttaranlegg í árinum gera, at parturin av almennu útreiðslunum til virkisøkið ’Frítíð, mentan og átrunaður’ er øktur munandi í mun til undanfarin ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo