Cerebral Paresu (CP): Sunnudagin 6. oktobur 2024 er Altjóða Cerebral Paresu dagur.
Liturin hjá Cerebral Paresu (CP) er grønur.
Fyri at varpa ljós á CP, hevur CP Føroyar heitt á ymiskar stovnar og kommunur í Føroyum um at lýsa grønt. Gleðiliga hava Tunnilsfelagið, Fólkakirkjuna, Tórshavnar Kommunu og Varpið játtað at stuðlað menniskjum við CP í Føroyum við at tendra grøna ljósið í:
• Eysturoyartunlinum
• Hoyvíkar Kirkju
• Trappuni í Vágsbotni, á Vaglinum og á brúnni um Sandá í Tórshavnar Kommunu
• Varpinum í Klaksvík
Hvat er CP?
CP er stytting av diagnosuni Cerebral Paresa. “Cerebral” merkir “heili” og “Paresa” merkir “lamni”.
Hetta merkir, at lamnið kemur av skaða í heilanum og t.d. ikki av skaða í rygginum. Cerebral Paresa varð fyrr nevnt “spastiskt lamni” á føroyskum. CP er ein íkomin heilaskaði í móðurlívi, undir føðing ella heilt tíðliga í lívinum.
Tað er sera ymiskt frá persón til persón, hvussu nógv rørsluligt tarn ein fær av CP.
Tær rørsluligu avbjóðingarnar kunnu t.d. vera manglandi ella viknað tamarhald og styrki í vøddunum.
Tað kann hava við sær niðursett førleikastøði, sum t.d. broyttur kropsburður, skerdur gonguførleiki og trupulleikar við at skriva, tekna ella tosa.
Í Føroyum eru um 100 fólk sum hava CP og hóast avbjóðingar, eru fólk við CP partur av samfelagnum og hava sum ofta somu førleikar sum onnur, ganga í vanligum skúla, taka útbúgvingar og ganga til arbeiðis sum flestu føroyingar, meðan onnur við CP hava størri avbjóðingar og hava tørv á meira stuðli fyri at megna dagin og vegin. Meir kunning um CP og um áhugafelagið CP Føroyar kann finnast á www.cp.fo
Allir føroyingar kunnu verða við at stuðla! Hetta gert tú við at taka myndir av grøna ljósinum og leggja út á sosialar miðlar og tagga CP Føroyar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo