Á ársdegnum fyri ringasta yvirgangsálopinum á Ísrael nakrantíð hevur Hizbollah í nátt framt álop á triðstørsta býin í Ísrael. Fleiri fólk eru særd, skriva fleiri miðlar.
Haifa er har norði í Ísrael, og sambært ísraelskum keldum hava fleiri rakettir rakt býin.
Ísrael hevur eisini framt fleiri loftálop á Beirut í nátt, eins og eisini á aðrar býir í Libanon, har hildið verður at Hizbollah heldur til.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo