Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Klaksvíkar kommuna:  Borgarar fingu møguleika at tilnevna egnan urtagarð til kappingina ella at tilnevna ein urtagarð, sum eftir teirra tykki hevði eina viðkenning uppiborna.

Nú summarið er liðugt og urtagarðarnir hava staðið í fagrasta blóma, hevur dómsnevndin avgjørt, at vakrasti urtagarður í 2024 er urtagarðurin við Trøllagil 6, Klaksvík, har Ruth Laksáfoss og Gert Wolff Jensen búgva.

Dómsnevndin hevði m.a hesi skotsmál um urtagarðin hjá Ruth og Gert.
- Flottur og vælhildin urtagarður
- Fjølbroytt úrval innan trø og staudir
- Vælskipaður havi við hugnaligum hátúni, plenu, bedum o.a.
- Vakrar detaljur við grótlaðing
- Ein urtagarður við persónligheit

Í dómsnevndini sótu Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini, Hans Hjalti Skaale, býargartnari, Karl Heri Joensen, KHJ nýgerð, og skrivari var Sonja N. Thomsen, Klaksvíkar kommuna.

Høvuðsvinningurin var eitt gávukort á kr. 4.000 og ein merkispláta til minnis um heiðurin. Harumframt vórðu gávukort á 1.000 kr. handað til urtagarðseigarar, sum eisini sermerktu seg í kappingini.

Sí fleiri myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo