Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Á ársdegnum fyri yvirgangsálopið á Ísrael vísir ein kanning, at meira enn triði hvør muslimur í Danmark heldur, at Ísrael hevði uppiborið tað sum hendi.

Yvir 1200 fólk vórðu myrd á ræðuligan hátt og 240 vórðu tikin sum gíslar. Fleiri teirra eru deyð og fleiri sita framvegis í fangaskapi.

Tað er Jyllandsposturin sum hevur gjørt kanningina. Heili 25% av muslimum í Danmark siga seg var "sera samd" og onnur 10% eru "samd" í, at tað sum hendi var í lagi.

Kanningin vísir eisini, at 14% av dønum eru antin samd ella sera samd í, at "álopið á Ísrael 7. oktobur í fjør, hóast nógv vanlig fólk lótu lív, var í ordan, eftir at Ísrael í nógv ár hevur kúgað palestinarnar".  

295.000 fólk í Danmark, ella 5% av íbúgvunum, eru muslimar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo