Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Viðhvørt kann sleppast undan at flyta fólk sum hava fingið skaða í høvdið niður á Ríkissjúkrahúsið til skurðviðgerð. Tað er tí at læknar í dag kunnu samstarva umvegis alnetið, so at ein serfrøðingur í eitt nú Danmark kann vera við í eini skurðviðgerð sum verður framd í eitt nú Grønlandi ella Føroyum. 

Grønlendski miðilin Sermitsiaq skrivar, at danskir kirurgar kunnu fylgja við umvegis netið og geva góð ráð og vegleiða læknar í Grønlandi, sum hava fingið ein sjúkling inn, sum krevur skjóta viðgerð eftir eina heilabløðing. 

- Viðhvørt er bert talan um fáar tímar, um lív ella førleiki hjá sjúklinginum skal bjargast, sigur Jeppe Lohfert Haslund-Vinding, lækni, sum hevur tikið stig til samstarvið.

Greinin endar við at siga, at royndirnar í Grønlandi hava verið so mikið góðar, at kirurgarnir á Ríkissjúkrahúsinum fyrireika eitt líknandi samstarv við kirurgar á Landssjúkrahúsinum í Havn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo