Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Løgreglan: Føroya Politi handtók í gjár ein mann og skuldsetti hann fyri brot á ásetingarnar í revsilógini, sum snúgva seg um at hava í varðveitslu og undir serliga skepandi umstøðum at hava breitt út pornografiskt tilfar av børnum.

Gerðirnar eru framdar á internetinum, og børnini eru ikki eyðmerkt.

Ákæruvaldið framstillaði mannin í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti í dag. Maðurin var varðhaldsfongslaður í 4 vikur.

Talan er um eitt sokallað "NCMEC-mál", (les NEKMEK) sum er byrjað við, at Føroya Politi hevur fingið boð frá felagskapinum National Center for Missing & Exploited Children (NCMEC) í USA um at tilfar, sum kann vera ólógligt er deilt á internetinum. Endamálið hjá NCMEC er m.a. at fyribyrgja kynsligari misnýtslu av børnum á netinum.

Kanningardeildin hjá politinum fekk boð frá NCMEC mánakvøldið, og politiið kundi handtaka mannin fáar tímar seinni.

Kanningardeildin fer nú undir at gera nærri kanningar. Hetta fevnir m.a. um kanning av teldum og øðrum elektroniskum tólum hjá manninum, sum kunnu geva ábendingar um, um brotini eru meira umfatandi, ella talan er um fleiri brot.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo