Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tvøroyrar kommuna: Á býráðsfundi í Tvøroyrar kommunu, tórsdagin 26. september, samtykti Tvøroyrar býráð einmælt at longja samstarvið á barnaansingarøkinum, við grannakommunurnar Hov og Fámjin.

Samstundis heitti býráðið á borgarstjóran, Kristin Michelsen, um at kanna møguleikarnar fyri at byggja barnagarðin Mýrifípan út.

Kristin Michelsen sigur, at hann fegnast um, at samstarvið er longt. «Samstarvið millum kommunurnar hevur altíð verið gott og tað gleðir meg, at vit eru komin ásamt um at longja samstarvið».

Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjin, Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovi og Heidi Hammer, skrivari hjá Hovs kommunu, vóru á vitjan í barnagarðinum Mýrifípuni í Trongisvági í gjár. Kari Joensen, leiðari á barnaansingarøkinum í Tvøroyrar kommunu, vísti gestunum runt á barnagarðinum og greiddi frá mannagongdunum har. Umleið 160 børn hoyra til barnaansingarøkið í Tvøroyrar kommunu og gott 100 teirra halda til á Mýrufípuni.

Delmar Tausen sigur, at samband hevur verið millum kommunurnar alla tíðina, síðan tíðindini bórust um, at børnini í Hovs- og Fámjins kommunum vórðu uppsøgd frá 1. oktober 2024. Hann sigur, at hann setti seg í samband við foreldrini í Hovi, ið vórðu ávirkaði av hesum, og bað tey bíða við at taka nakra stóra avgerð alt fyri eitt. Heldur varð roynt at finna eina loysn, so børnini kundu halda fram í barnagarðinum í Trongisvági. «Børnini eru fallin til, hava fingið vinir og trívast sera væl í Mýrifípuni». Delmar er sera glaður fyri at ein avtala er fingin í lag, um at leingja samstarvið. 6 børn úr Hovi, hava sína dagligu gongd í Mýrifípuni.

Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjin, sigur, at tað hevði sera stóran týdning at fáa hesa avtaluna upp í lag. «Fámjins kommuna hevur við hesum tryggjað barnagarðspláss og ansing av børnunum í kommununi og eg haldi vit hava fingið eina góða loysn. Hetta tryggjar framtíðina hjá børnum okkara», sigur Jóanis.

Avtalan, ið var undirskrivað í Mýrufípuni í fyrradagin, merkir, at sáttmálin kommununar millum er galdandi í 3 ár, síðan er uppsagnartíðin 1 ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo