Ísrael hevur møguliga í bumbuálopum á Libanon síðstu nátt dripið iranskan herovasta Esmail Qaani.
Tað skriva fleiri miðlar, teirra millum Daily Mail.
Esmail Qaani stóð á odda fyri illa lýddu Quds deildunum, sum er elitan í iranska kollveltingarherinum.
Álopið var ætlað nýggja leiðaranum í Hizbollah, Hashem Safieddine, sum var í einum bunkara undir jørð har suðri í Beirut. Hesin hevur júst tikið yvir kommandoina í Hizbollah eftir Hassan Nasrallah, sum Ísrael beindi fyri síðsta mánað. Og har var Esmail Qaani eisini, vilja tey vera við.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo