Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tvøroyrar kommuna: Í september 2020 varð nýggi parturin av barnagarðinum Mýrifípan tikin í nýtslu. Hetti førdi alt fyri eitt við sær, at fleiri barnafamiljur valdu at flyta til Tvøroyrar. Tað gleðiliga hendi so, at stovnurin rættuliga skjótt fyltist.

Í løtuni hoyra uml. 160 børn til barnaansingarøkið í Tvøroyrar kommunu og av teimum hava gott 100 sína dagligu gongd í sjálvari Mýrifípuni.

Á býráðsfundi í Tvøroyrar kommunu hin 26. september, heitti býráðið á borgarstjóran, Kristin Michelsen, um at kanna møguleikan at útbyggja barnagarðin.

Borgarstjórin hevur í tí sambandi longu verið í samband við lokala arkitektin, Páll Lave, ið er arkitektur og byggirøðingur hjá Brim Arkitektum. Júst Páll og Brim Arkitektar, stóðu fyri útbyggingini í 2020.

”Nú verður hugt at hvussu stórur tørvurin er á útbygging og hvussu vit fáa hetta framt í verki, vísir tað seg neyðugt. Ætlanin er eisini at uppraðfesta útiøkið kring barnagarðin í næstum”, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri. ”Verður staðfest at tørvur er á útbygging og tað letur seg gera, so verður farið skjótt í gongd”, leggur hann at enda afturat.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo