Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fjarskiftiseftirlitið: Kt-trygdarfyritøkan Forescout hevur funnið 14 áður ókendar trygdarveikleikar í fleiri beinarum, sum eru framleiddir av fyritøkuni DrayTek. Nakrir av veikleikunum kunnu føra til, teldusníkar kunnu yvirtaka DrayTek beinaran.

Sum ein liður í fyribyrgjandi arbeiði, hevur Fjarskiftiseftirlitið kannað, hvussu omanfyri nevndu trygdarveikleikar kunnu raka Føroyar.

Kanningarnar hjá Fjarskiftiseftirlitinum hava givið ábendingar um, at í øllum førum 7 DrayTek beinarar, sum eru atkomuligir á internetinum og eru umfataðir av hesum trygdarveikleikum, verða nýttir av føroyskum stovnum ella fyritøkum.

6 av hesum 7 beinarunum vóru eisini merktir sum EoL (End of Life). EoL merkir m.a. at framleiðarin ikki framyvir gevur út dagføringar til eindirnar. Nýtsla av eini EoL eind kann tískil í sær sjálvum vera ein álvarsamur trygdarváði.

Fjarskiftiseftirlitið hevur sett í verk kunning til stovnarnar/fyritøkurnar, sum nýta hesar 7 beinararnar.

Tað skal viðmerkjast, at tað eru eingin tekin um, at teldusníkar í løtuni misnýta hesar trygdarveikleikar. Tað er tó ofta einans spurningur um tíð, áðrenn teir byrja at gera tað.

Rapportin hjá Forescout sæst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo