Bjargingartyrlan hevur gjørt fýra túrar seinasta samdøgrið, og talan var um fýra sjúkraflutningar.
Seint í gjár var tyrlan í Hattarvík eftir einum sjúklingi, og fyrrapartin í Suðri eftir sjúklingi í sambandi við ferðsluóhapp, og seinnapartin í dag var tyrlan í Mykinesi eftir einum sjúklingi.
Og klokkan 22.40 vóru aftur boð eftir tyrluni, sum longu var á flogi klokkan 22.50 eftir einum sjúklingi í Húsavík.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo