Heimsins fyrsti nýggi sergjørdi avlúsingarflakin er komin á Miðvág.
Tað er alifyritøkan Luna sum fær flakan, sum MEST hevur smíðað.
Sambært Atla Gregersen, stjóri í Luna, so kann nýggi sergjørdi avlúsingarflakin avlúsa 80 tons um tíman. Avlúsað verður við flógvum sjógvi.
Stjórin metur at íløgan liggur um 30 milliónir krónur.
Nýggi avlúsingarflakin eitur Krossfelli.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo