![](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/Utgerd-batur.jpg)
![](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/Utgerd-batur.jpg)
Í gjár á middegi fekk løgreglan fráboðan um at bjargingarvestar, trygdarútgerð og fiskireiðskapur vóru stjolin úr einum báti á Flúgvarabedingini í Vágum.
Persónurin, sum eigur bátin, meldaði tá málið til løgregluna.
Sambært vakthavandi, so er einki nýtt hent í málinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo