Tað er ikki ofta at charter-flogfør seta seg á flogvøllinum í Sørvági við útlendskum gestum, men beint eftir miðnátt í gjárkvøldið kom eitt charter-flogfar úr Tallin við 180 ferðandi, sum skulu steðga í Føroyum í 5 dagar.
Flogfarið hjá SmartLynx Estonia er eitt Airbus A320-232 - cn 1896 flogfar.
Ferðalagið fer avstað aftur týsdagin, og kanska var hetta fyrsta charter-flogfar sum nakrantíð hevur verið í Føroyum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo