Sum nakað nýtt fer Atlantic Airways næsta summar at flúgva beinleiðis til Lissabon í Portugal. Ferðirnar til Kreta, hava verið sera væl umtóktar, sigur Atlantic.
- Tí halda vit fram við beinleiðis túrum til griksku frítíðaroynna komandi summar, umframt at Barcelona og Mallorca eisini eru við í ferðaætlanini næsta ár.
Barcelona: Hvønn týsdag frá 09. mai til 17. oktober 2017.
Palma de Mallorca: Hvønn mikudag frá 31. mai til 16. august 2017.
Kreta: Annan hvønn mánadag frá 26. juni til 07. august 2017.
Lissabon: 03. juli, 17. juli, 31. juli, 14 august, 24. august og 04. september 2017.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo