Hagstovan: Tað er vøkstur í øllum høvuðsøkjum í Føroyum uttan teim sunnaru. Tað er so dánt, at Sandoyarøkið heldur tørn, meðan fólkatalið framvegis minkar í Suðuroy. Tó er minkingin ikki so stór við hesa seinastu uppgerðina, sum hon hevur verið frammanundan.
Í talið er nógv størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum, har fólkatalið er vaksið við 313. Síðani í Eysturoyar sýslu við 144 fólkum. Lutfalsliga er størsti vøksturin í Vága sýslu við 2,3% og Tórshavnarøkinum við 1,7%.
Í Eysturoyar sýslu og Streymoyar sýslu uttan Tórshavnarøkið er vøksturin áleið sum miðaltalið fyri alt landið, ið er 1,3%, og minsti vøksturin er í Norðoya sýslu við 0,8%.
Í kommununum er nógv størsti vøksturin í tali í Tórshavnar kommunu við 365 fólkum og síðan í Runavíkar kommunu við 79 fólkum. Síðan í báðum kommununum í Vágum við tilsamans 70 fólkum, Klaksvíkar kommunu við 31 fólkum og í Nes og Sunda kommunum við ávikavist 20 og 19 fólkum.
Í tali er størsta minkingin í Tvøroyrar kommunu við 28 fólkum og Fuglafjarðar kommunu við 16 fólkum. Lutfalsliga er størsta minkingin í Húsa kommunu við 13%.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo