Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Teir fyrstu sjey mánaðirnar í ár flugu tilsamans 175.800 ferðafólk við rutuflogførum og tyrlum hjá Atlantic Airways, og tað eru 8 prosent fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá ið 162.100 ferðafólk flugu við føroyska flogfelagnum.

41.000 ferðandi flugu við rutuflogførum hjá Atlantic Airways í juli, og tað eru 5 prosent fleiri ferðafólk, sammett við sama mánað í fjør, tá ið 39.200 ferðafólk flugu við Atlantic Airways.

Í juli hava tyrlurnar flogið 1.718 ferðandi, ið er 84% fleiri enn í juli í fjør, umframt at bjargingartyrlan hevur havt 70 útkøll higartil í ár, ið er meira enn alt árið í fjør.

Alsamt lækkandi ferðaseðlaprísir og nýggj ferðamál úr Føroyum eru beinleiðis orsøkir til ferðafólkavøkstur við rutuflogførunum.

Atlantic Airways eigur ein sera virknan leiklut í marknaðarføringini av Føroyum sum ferðavinnulandi, og er hetta eisini ein orsøk til vaksandi ferðafólkatøl.

Saman við góðum dugnaskapi hevur íløgan hjá Atlantic Airways í framkomnu innflúgvingarskipanina, RNP 0.1, roynst avbera væl í summar.

Reglusemið var 100 prosent í juli, hóast nógvan mjørka nakrar av døgunum. Í juli varð flogið rættstundis í 90 prosentum av øllum fráferðum – t.e. seinking styttri enn 15 minuttir. Tað er 6 prosentstig betri, sammett við sama mánað í fjør.

Í summar ber til at ferðast beinleiðis til og úr Føroyum fleiri enn 40 ferðir um vikuna til níggju ymisk ferðamál: Keypmannahavn, Billund, Aalborg, Reykjavík, Bergen, Edinburgh, Barcelona, Mallorka og Kreta.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo