Seinnapartin lendi privatflogfar við Cliff Richard umborð á flogvøllinum í Vágum. Cliff var í góðum hýri, tá ið hann kom í land, og hann veittraði blíður til fólk, ið royndu at fáa eygað á hann.
- Eg gleði meg sera nógv til at hava konsert í Føroyum, sigur Cliff Richard í heilsan til føroyingar.
Cliff Richard telist millum størstu stjørnur í tónleikasøguni, og nú hevur tað eydnast Summar Festivalinum at fáa Cliff Richard til Føroya.
Cliff Richard skal spæla á Vágsbøi í Klaksvík hóskvøldið kl. 22:00.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo