Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í dag kemur nýggj barnafløga á marknaðin.

Tað er 6. flokkur í Sørvágs skúla, sum letur hesa fløgu frá sær, sum hevur fingið heitið "Vit eru vinir".

Í samband við útgávuna, bjóðaði borgarstjórin í Sørvágs kommunu Aimé Jacobsen, 6. flokki inn kommunuskrivstovuna, har hon rósti næmingunum fyri teirra avrik, og bjóðaðu øllum børnum sunkist og okkurt gott aftur við.

Næmingarnir handaðu eisini borgarstjóranum fyrsta eintaki av teirra fløgu.

Á fløguni eru 6 ymiskir sangir, sum allir hava ein jaligan og uppbyggjandi boðskap.

Børnini syngja um týdningin at vera góðir vinir, um at vísa hvørjum øðrum áhuga, og um at virða hvønn annan.

Eisini verður sungið um hvussu stóran týdning tað hevur at vera um at vera takksom og nøgd - og um at gleðast yvir at man býr í einum so góðum landi.

Síðsti sangurin á fløguni, er ein fittur jólasangur.

Frá tí at børnini gingu í 2. flokki, hava tey javnan framført við egnum sangum á konsertum, festivalum og tiltøkum runt landið.

Í komandi viku fara børnini í Sørvágs skúla at ganga hús at húsi í Vágum, fyri at selja hesar fløgur.

Fløgan kostar einans Kr. 100, og fer peningurin óskerdur til námsferð, sum flokkurin fer at gera komandi ár.

- Vónandi taka øll vágafólk væl ímóti børnunum í 6. flokki, tá tey koma á gátt, siga fyrireikarnir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo