Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Um viðrar verður stórt hátíðarhald niðri við Vatn leygardagin 25. november 2017, kl. 14:00 har standmynd av nykinum verður avdúkað.

Skipað verður fyri sermerktari og stórslignari framførsla við nógvum ymiskum og forvitnisligum á skránni. 

At taka framaftur tær aldargomlu ævintýrkendu søgurnar og seta tær í standmynd ella líknandi, hevur víst seg at havt positivan týdning, og hava hesar standmyndir skapt stóran áhuga fyri søguni og verið eitt gott ferðavinnun mál. Á okkara heimligu støðum, kann nevnast “Kópakonan” í  Mikladali og søgnin úr Oyndarfirði um Rinkusteinarnar. Hetta eru støð, sum flest øll vilja síggja.

Uttanfyri landoddarnar eru fleiri av hesum ævintýrkendu standmyndum, nevnast kunnu “Den lille havfrue” á Longulinju í Keypmannahavn, Molle Mollone í Dublin - "Manneken Pis” smádrongurin í Brrússel.  Hesi støð eru avgjørt vørumerki fyri landið og ikki minst fyri býin, har ferðavinnan hevur góðar dagar av júst hesum standmyndum, sum ikki kunnu virðismetast nóg mikið í dag.

Vit eru í eini tíð, har mentan og søga hevur stórar avbjóðingar, okkara sagnir eru uppímóti spennandi teknimyndum frá Disney, telduspølum og t-shirtum við ymsum fremmandum tekningum og ikonum.

Unga ættarliðið tekur blint ímóti hesum nýggja ráki, alt meðan okkara sagnir, søgur og mentan fer í bakgrundina. Hesi eru jú bara uppá skrift í ymsum bókum ella á mannamunni, sum so líðandi blíva meir og meir óaktuell.

At taka sagnirnar fram, skapa tær í standmynd og harvið æviggera tær, meta vit, hevur stóran týdning fyri okkum sum tjóð. Eisini tá hugsað verður um mentanina, søguna og ikki minst ferðavinnuna.

Sagnir um Nykar eru kendar úr fleiri støðum kring landið. Søgnin er um, at ein Nykur, ein skapningur átøkur einum stórum hesti, har hógvarnir venda mótsattan veg, kemur upp úr vatninum og roynir at lokka børn og ungfólk upp á bakið á sær. Tá hetta eydnast, fer Nykurin aftur í vatnið við førninginum á bakinum.

Í eina tíð hevur ein áhugabólkur í Vágum arbeitt við at ítøkiliggera søgnina um Nykin á Vatninum.

Fleiri sagnir eru um Nykin.  Fyri at livandigera eina av hesum sagnum, skapa áhugan og sum eitt íkast til ferðavinnuna, eru fyrireikarnir í gongd at leggja síðstu hond á at gera eina standmynd av Nykinum niðri við Vatn.

Standmyndin er gjørd úr rustfríum stáli og verður góðar tríggjar metrar høg. Næmingarnir í skúlunum í Vágum koma at hjápa til at samla steinar, sum skulu fyllast í Nykin, og hetta verður við til at skapa heildina.

Harafturat skapar hetta ognarskap og nakað hjá øllum í oynni at standa saman um.

Nykurin kemur at standa nakrar metrar úti í vatninum. Hann kemur at standa ímillum Flúgvarabedingina og koyribrúnna til Vatnsoyrar.

Staðið har Nykurin skal standa, er sera væl egnað, góðir parkeringsmøguleikar í hugnaliga umhvørvinum við Flúgvarabedingina. Eisini kemur Nykurin at síggjast frá høvuðsvegnum á vetri sum á sumri,  tí ætlanin er at seta spot-ljós á standmyndina.

BETRI-samtakið stuðlar tiltakinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo