Mikudagin varð farið eftir seyði, sum hevur gingið á Víkum í Vágum.
Tórður Mikkelsen var við, tá fjallfólkið kom á rættina í Gásadali við seyðinum, og tá seyðurin seinni um dagin bleiv flettur.
- Seyðurin er heilt góður í ár. Tað hevur verið gott veður og nógvur gróður, so seyðurin hevur fingið nokk at eta, sigur Pól Sigmund Mikkelsen.
Hann roknar við, at miðalvektin verður góð í ár:
- Vit hava einaferð havt eina miðalvekt up á 37, men eg veit ikki, um tað verður aftur. Ein miðalvekt upp á eini 35, tað burdu vit klára, heldur Pól Sigmund Mikkelsen fyri.
Tórður Mikkelsen var eisini á vitjan í kjallaranum hjá Gutta Guttesen í Bø, tá teir flettu seyðin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo