Í gjár var fyrsti dagur at Asian Food Truck hevði opið í Miðvági, men tað verður eisini opið í dag.
Tað er Nely Balid Haraldsen, sum hevur ognað sær henda bilin úr Danmark, sum nú fer at verða at síggja runt um í landinum til ymisk tiltøk, men tað verður bert í summarhálvuni, sigur Nely Balid Haraldsen við VP.
- Fyribils verður bara opið fríggjadag, leygardag og sunnudag og tað verður bara í Miðvági frá klokkan 16 til 22, sigur hon.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo