Í november er tað danin Thomas Vikre, ið sýnir fram á listavegginum hjá Betri í Miðvági.
Thomas Vikre flutti til Føroyar í 2013, men hevur vitjað her fleiri ferðir áðrenn tað.
Thomas Vikre dámar væl at taka myndir av náttúruni.
Thomas hevur arbeitt innan ferðavinnu, í 25 ár hevur hann arbeitt í flogvinnuni. Eisini hevur hann framleitt sjónvarpreklamur/lýsingar.
Hóast nógv arbeiði innan ferðavinnuna, so hevur Thomas altíð havt brennandi áhuga at taka myndir, síðani hann fekk sítt fyrsta Nikon myndatólk fyri meira enn 20 árum síðani.
Thomas undirvísinir eisini fólki í myndatøku.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo