Ansingargjaldið í Sørvágs kommunu lækkar munandi komandi ár, nú kommunan hevur samtykt fíggjarætlanina fyri 2018 og avgjørt at raðfesta barnafamiljuna og ung.
Ansingargjaldið í Sørvágs kommunu lækkar soleiðis komandi ár, sambært tíðindaskrivi sum kommunan hevur sent til miðlarnar:
Frá kr. 2.300,- til kr. 1.900,- fyri vøggustovupláss (hálv tíð frá 1.265 til kr. 1045,-)
Frá kr. 1.825,- til kr. 1.600,- fyri barnagarðspláss (hálv tíð frá 1.004 til kr. 880,-)
Frá kr. 1.100,- til kr. 950,- fyri frítíðarpláss (hálv tíð frá 605,- til kr. 523,-)
Barnafrádrátturin hækkar við kr. 500,- til íalt kr. 6.000,- fyri hvørt barnið.
Stóra broytingin er, sambært Sørvágs kommunu, avsláttarskipanin. Sum nú er, er systkinaavslátturin eftir yngsta barnið 25%. Frá 1. januar 2018 skal rindast fult gjald fyri yngsta barnið og hálvt gjald fyri tað næstyngsta. Hevur familjan fleiri enn tvey børni í ansingarskipanini, so verður einki rinda fyri hesi. Hetta merkir, at ein familja ongantíð rindar meir enn kr. 2.850,- í ansingargjaldi.
Kommunan hevur eisini samtykt, at tað verður skipað fyri einum tilboði fyri ung frá januar 2018. Dagstovnurin Alvalon fer at standa fyri hesum.
Skattaprosentið verður óbroytt 21,7%. Tá Sørvágs og Vága kommunur fóru at umbyggja heimið á Sýnini, varð skattaprosentið í Sørvági hækkað við 0,7% til tess at fíggja afturgjaldingina av láninum frá landinum. Parturin av láninum hjá Sørvágs kommunu verður liðugt afturgoldin á sumri 2019.
Sørvágs kommuna sigur at enda, at størsti parturin av íløgunum í 2018 fara til tekniska økið. Fólkatalið í kommununi er vaksandi, og grundøki resta í. Høvuðsíløgan fer tí til byggibúning. Peninger er eisini settur av til at fáa heimið á Sýnini og miðstaðarøkið á Stakka liðugt. Kommunan fer framhaldandi at dagføra spillivatnsskipanina. Eisini er peningur settur av til nýggjar ljósmastrar við vøllin á Dungasandi og eina ventilatiónsskipan í svimjihøllini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo