Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

o7 Vestur: Í kvøld hevur 07 Vestur havt aðalfund eftir broyttu viðtøkunum, har nevndarval skal verða stutt eftir kappingarlok. Nýggj nevnd er skipað við 8 limum.

Skráin, sambært broyttu viðtøkunum, til aðalfund, ið skal vera seinast 4 vikur eftir kappingarenda, er stutt, við formansfrásøgn og nevndarvali, umframt møguligum innkomnum málum og ymiskt.

Fyrst á skránni á aðalfundinum í dag, varð sostatt Jim Sonni Guttesen, formaður, sum, vegna nevndina, greiddi frá júst farna ári. Einum sera hendingarríkum ári, bæði á og uttanfyri vøllin.

Eftir hetta var nevndarval. Allir nevndarlimir tóku við afturvali, tó hava Jóhan á Mýrini og Ingi S. Joensen tikið seg úr nevndini í vár.

Nevndin, sum skipaði seg á fundi beint eftir aðalfundini, er soleiðis mannað:

Jim Sonni Guttesen, formaður
John Weihe, varaformaður
Jón Nordendal
Egil Petersen
Jákup Olaf Jóhannesarson
Eggaba Andreasen
Gunleif Magnusarson
Eron Debes (vantar á myndini)

Einki mál var innkomið til fundin, og so var bert ymiskt eftir á skránni, har lívligt prát var um kappingarárið, ið fór, og um framtíðina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo